Ítróttarfeløg kunnu nú søkja um stuðul

Ítróttarfeløg kunnu nú søkja um stuðul
Feløgini missa okkurt um átta milliónir krónur í inntøkum í summar, hevur ÍSF roknað út
 
13.07.2020 - 07:17

ÍSF hevur gjørt eina reglugerð um, hvussu søkjast kann um tær fýra millióninar, sum løgtingið hevur játtað í COVID-19 stuðli til ítróttafeløg og ítróttasambondini.

Ítrótturin kann søkja um pengar fyri mistar inntøkur frá 12. mars til 30. juni. Størsti stuðulin er 250.000 krónur, tann minsti er 20.000 krónur.

Freistin er 31. august

Mista inntøkan skal roknast eftir miðal inntøkuni í 2019 og 2018. Freistin at søkja um stuðulin er 31. august í ár.

ÍSF hevur roknað út, at ítróttafeløgini missa okkurt um átta milliónir krónur í inntøkum í summar.

Sambondini í ÍSF og limafeløg tess kunnu søkja um COVID-19 stuðul. Starvsnevndin í ÍSF ger av eftir innstilling frá umsitingini hjá ÍSF, hvør fær stuðul.  


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373