Myndugleikarnir stúra fyri nýggjari bylgju

bannari
Myndugleikarnir stúra fyri nýggjari bylgju
Myndugleikarnir í Hong Kong fyrireika seg nú til aftur lata partar av samfelagnum aftur av koronu
Heilsumyndugleikar stúra fyri, at ein nýggj og verri koronabylgja er á veg í Hong Kong
 
13.07.2020 - 10:46

Fleiri tilburðir av koronu eru staðfestir í Hong Kong seinastu dagarnir, okkurt um 60 um dagin. Og hetta er byrjanin til eitt víðfevnt útbrot.

Tað sigur Gabriel Leung, sum er leiðari á læknavísindadeildini á Universitetinum í Hong Kong við lokalar miðlar.

Stúra fyri, at skilið verður verri

Tað verður mett, at smittutalið - ella R-talið, sum tað eisini verður nevnt - er fýra. 7,5 milliónir fólk búgva í Hong Kong, sum annars hevur havt tamarhald á smittugongdini.

1.431 fólk eru higartil staðfest smittað, og tey flestu eru vorðin frísk aftur. Men nú stúrir heilsustýrið fyri, at ein nýggj og verri koronabylgja er á veg.

Støðan er verri nú, enn hon var í mars. Tað sigur heilsustýrið við blaðið, South China Morning Post.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 2. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206563
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483