Onnur fólk umsita nú landsins triðing í BankNordik

Onnur fólk umsita nú landsins triðing í BankNordik
Fíggingargrunnurin frá 1992 hevur fingið nýggja nevnd
Landið eigur framvegis ein triðing í BankNordik.
 
28.07.2020 - 11:09

Fíggingargrunnurin frá 1992 hevur fingið nýggja nevnd.

Nú eru í nevndini Eli Christiansen í Havn, sum er formaður, Helga á Borg á Argjum, Katrin Thorsvig Hansen í Havn, Arne Poulsen í Hoyvík og Atli Suni Leo í Havn.

Úr nevndini eru farin Ingibjørg Berg í Havn, sum var nevndarforkvinna, John Henrik Holm í Vági, Hans Arni Bjarnason Thomsen í Klaksvík, Annfinnur Hjelm í Havn og Marjun Paula Eystberg í Havn.

Valskeiðið hjá nevndini er trý ár.

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum velur fýra av teimum fimm nevndarlimunum. Tey fýra velja so fimta nevndarlimin.

Fíggingargrunnurin umsitur partapengarnar hjá landinum í BankNordik.

Landið eigur ein triðing í BankNordik.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037