– Samfelagið eigur ikki at verða latið meira upp

bannari
– Samfelagið eigur ikki at verða latið meira upp
Leiðarin fyri almennu smittutilbúgvingina í Danmark ávarar um, at lata samfelagið meira upp í løtuni
Mynd: Skíggjamynd frá tíðindafundi/stm.dk  
 
04.08.2020 - 14:26

Danmark eigur at steðga á og ikki halda fram við at lata samfelagið meira upp.

Tað sigur Kåre Mølbak, leiðari fyri smittutilbúgvingina á Statens Serum Institut, við danska blaðið, Ingeniøren, á heimasíðuni, ing.dk

Savningarmarkið umrøðast

Stjórnin í Danmark fer í næstum at samráðast um, hvussu fjórða og síðsta stig av upplatingini í Danmark skal síggja út.

Millum tey viðurskiftini, sum danska stjórnin skal gera semju um, er náttarlívið og at hækka markið fyri, hvussu nógv fólk kunnu savnast.

– Men smittutølini síðstu vikuna gera, at Danmark eigur ikki at lata meira upp, sigur Kåre Mølbak í samrøðu við danska blaðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652