Fekk skeivt svar uppá koronukanning

bannari
Fekk skeivt svar uppá koronukanning
Eitt fólk, sum hevði kannað seg fyri koronu hjá fyritøkuni Thetis, fekk úrslitið hjá einum øðrum fólki, tá svarið kom seinni um dagin
 
10.08.2020 - 14:36

Regin Dalsgaard, nevndarformaður hjá Thetis, váttar, at ein feilur er hendur, men sigur, at tað kann bara koma fyri, um talan er um eina negativa roynd.

Tað er landslæknin sum boðar fólki frá, um tey hava eina positiva roynd. Hetta er einasta ferð, ein feilur er hendur, sigur nevndarformaðurin í kanningarfyritøkuni, Thetis.

Einki við sjálvar royndirnar at gera

Thetis hevur sent svar til fleiri 1.000 fólk seinastu dagarnar, og hesin feilurin hendi, meðan KT-skipanin varð dagførd.

– Tíverri var ein bóking gjørd júst tá, og tað hevur viðført, at ein persónur hevur fingið skeivt kanningarúrslit, sigur Regin Dalsgaard.

Regin Dalsgaard leggur dent á, at feilurin hevur ikki nakað við sjálvar royndirnar at gera.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655