26 av 31 umsóknum fáa útoyggjastuðul

26 av 31 umsóknum fáa útoyggjastuðul
Útroyggjafelagið fær størsta bitan, nú Umhvørvis- og vinnumálaráðið hevur játtað 1,1 millión krónur í útoyggjastuðli.
 
01.09.2020 - 09:23

Tilsamans vóru 31 umsóknir um stuðul til útoyggjamenning, og av teimum fáa 26 játtandi svar. Tað ger greitt, nú Umhvørvis- og vinnumálaráðið hevur tikið støðu til stuðulsumsóknirnar, ið ráðið fekk áðrenn evstamarkið hálvan februar. 

Hesar verkætlanir fáa útoyggjastuðul:

  • Útoyggjafelagið 260 tús. kr.

  • Umvæla høli at fletta í – framhald Hattarvík 25 tús. kr

  • Umvæling av vegginum "á Vegginum" á Kirkju 40 tús.kr.

  • Bakkabrúgvin á Kirkju 30 tús.kr.

  • Bakkalon í Hattarvík – framhald 30 tús.kr.

  • Vakstrarhús til grønmeti og urtir í Hattarvík 100 tús.kr.

  • KER-LON – byggja tvey neyst uppaftur í Hattarvík 15 tús.kr.

  • Myndir og staðarnøvn á útoyggj – framhald 25 tús.kr.

  • Kafe/køkur og matarhøli v.m. Garðurin á Stórheygnum í Svínoy 25 tús.kr.

  • Felagið Bjarnafossur, bátasavn í Svínoy. – framhald 35 tús.kr.

  • Tróndarstova, orku- og aquaponics vakstrarhús í Svínoy – framhald 50 tús.kr.

  • Torvhús í Svínoy – framhald 25 tús.kr.

  • Upplivingarsetur í Svínoy – framhald 25 tús.kr.

  • Sláturhølið, Svínoy 25 tús.kr.

  • Neystagrundirnar yviri við Eiðið í Svínoy 45 tús.kr.

  • Ístandsetan av bygdarhúsinum á Húsum 30 tús.kr.

  • Fjósið á Blankskálagarði á Syðradali K 35 tús.kr.

  • Kaffihús í Mikladali – framhald 30 tús.kr.

  • Søla av heimaframleiddari vøru til ferðavinnu 25 tús.kr.

  • Móttøka, slátur og virðisøking av sláttri, Mikladali 25 tús.kr.

  • Broyta gamalt neytafjós til nýmótans seyða- og sláturhús á Trøllanesi – framhald 25 tús.kr.

  • Fjós og sláturhús í Mykinesi, Eyðansstovugarður – framhald 50 tús. kr.

  • Krana at landa fisk o.a. í Hesti 50 tús.kr.

  • Broyta neytafjós í Hesti til slátur- og seyðahús – framhald 25 tús.kr.

  • Kølirúm til goymslu og góðsking av ymsum matvørum í Dímun 50 tús.kr.

Útoyggjar, sum koma undir hesa skipan, eru: Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Mykines, Hestur, Koltur, Skúvoy og Stóra Dímun. Harumframt skal m.a. greiðast frá hvat endamálið er við einstøku verkætlanini, hvussu hon verður framd í verki, og skal fíggjarætlan eisini fyriliggja.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. januar
Mánadagur morgunlestur 26.januar 2026
203179
Sunnudag 25. januar
Bolero
203192
Sunnudag 25. januar
EM-tíðindi 25. januar 2026
203191
Sunnudag 25. januar
Ættirnar syngja og suða
203190
Sunnudag 25. januar
Gudstænasta í Havnar kirkju
203187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138