Yantarnyy leggur fiskin upp í Norðhavnini

Yantarnyy leggur fiskin upp í Norðhavnini
Russiska skipið hevur ligið í Nólsoyarfirði, men hevur nú fingið loyvi at leggja veiðuna upp í Ánunum
Yantarnyy, sum hevur ligið í Nólsoyarfirði, fer nú til Klaksvíkar at leggja veiðuna upp
 
08.09.2020 - 15:44

Russiski frystitrolarin Yantarnyy, sum hevur ligið í Nólsoyarfirði í longri tíð við fullari last, fer nú til Klaksvíkar, har hann skal leggja veiðuna upp í Norðhavnini í Ánunum.

Yantarnyy kom á Oyrareingir 23.august, eftir at hava verið til fiskiskap norðanfyri.

29 av manningini, sum telur 77, vístu seg at vera smittaðir av koronu.

Eitt frystifarmaskip var komið til Føroya at taka fiskin hjá Yantarnyy. Men farmaskipið fór úr Føroyum aftur, uttan at hava tikið fiskin hjá russiska trolaranum.

Í gjár vórðu teir av manningini á Yantarnyy, sum vóru smittaðir av korona, skrásettir at verða frískir aftur.

Tekur nakrar dagar at landa

Faroe Ship, sum umboðar russiska skipið í Føroyum, hevur vent sær til Klaksvíkar kommununu og biðið um at sleppa leggja veiðuna hjá Yantarnyy upp í frystihúsinum í Norðhavnini. 

Yantarnyy hevur fingið loyvi at koma til Klaksvíkar í dag at landa. Væntandi tekur tað tveir til tríggjar dagar at landa skipið.

Borgarar í Ánunum hava fingið at vita frá Klaksvíkar kommunu, at kommunan hevur verið í sambandi við landslæknan, sum heldur tað vera ráðiligt, at skipið kemur til lands. 

Sagt verður eisini, at fyrilit verða tikin fyri at tryggja, at ein møgulig smitta umborð á skipinum ikki kemur í land.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
Kvørnin: "TeleMama"
209895
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762