Magnus Heinason yvirlitstrolar á Føroya Banka

Magnus Heinason yvirlitstrolar á Føroya Banka
Fiskamarknaðurin væntar nakað av útróðri hesa vikuna
Magnus Heinason er á Føroya Banka í løtuni, og hann landar væntandi miðskeiðis í vikuni
 
14.09.2020 - 15:06

Fýra línuskip eru vesturi á rygginum og fiska tosk, svartkalva, blálongu og so nakað av lira. Trý eru á landgrunninum og fiska tosk, hýsu, longu og brosmu, og eitt er við Ísland. 

Tað skrivar Fiskamarknaður Føroya í metig fyri hesa vikuna.

Viðvíkjandi útróðri, so harðnar streymurin, sum vikan gongur, men veðrið verður gott, serliga fyrst í vikuni, so væntandi verður nakað av útróðri. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.

Tveir djúpvatnstrolarar eru vestanfyri og fiska kongafisk. Magnus Heinason er á Føroya Banka og ger yvirlitstrolingar. Hann landar miðskeiðis í vikuni, serliga hýsu og upsa og so væntandi nakað av toski.

Smáligt hjá partrolarum

Smáligur fiskiskapur er hjá partrolarunum. Seks pør eru til fiskiskap, og øll pørini fiska upsa.

Bara ein trolbátur er til fiskiskap. Hann er vestanfyri og fiskar mest av upsa og nakað av havtasku, longu og toski. 

Tvey garnaskip fiska svartkalva, og fiskiskapurin er smáligur. Eitt fiskar havtasku og hevur tað brúkligan fiskiskap, sigur Fiskamarknaður Føroya í meting fyri hesa vikuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672