Nýggjar reglur fyri ferðing í Bretlandi

Nýggjar reglur fyri ferðing í Bretlandi
Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, fer í dag at kunngera nýggjar reglur um ferðing til ymsu landspartarnar í Bretlandi
 
12.10.2020 - 06:57

Tað upplýsir bretski ráðharrin í bústaðarmálum, Robert Jenrick, sambært Reuters. Hann sigur, at ætlanin er kortini ikki at lata landið aftur fyri at fáa tamarhald á koronusmittuni, sum hevur breitt seg nógv seinastu tíðina.

Talið, sum mátar smittutrýstið, er í løtuni millum 1,2 og 1,5, og tað vísir, at smittan breiðir seg. Tað er serliga har norðuri í Bretlandi, at koronusmittan hevur tikið dik á seg. 

Talið av smittaðum veksur í løtuni

Liverpool og har á leiðini kunnu vænta strong tiltøk. Eitt nú at barrir, kasino og venjingarstøðir stongja, skrivar tíðindastovan hjá Reuters.

Talið av smittaðum veksur í øllum Onglandi, men stórbýir sum Newcastle, Liverpool, Manchester og Nottingham har norðuri er serligga illa raktri. 

Í Liverpool, Manchester og Nottingham eru seinastu tíðina skrásettir 500 smittutilburðir fyri hvørji 100.000 fólk, og tað er á sama stigi sum Madrid og Brússel.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
Nýtt ljóð
213059
Hósdag 10. september
Eitt korter við jazzi
213032
Hósdag 10. september
Morgunlestur hósdagur 10. september
212705
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949