Twitter fjalt koronuboð frá Trump

bannari
Twitter fjalt koronuboð frá Trump
Boðini eru í stríð við reglugerðina hjá Twitter um at breiða út villleiðandi upplýsingar, sigur sosiali miðilin
Sosiali miðilin, Twitter, hevur fjalt eini boð frá amerikanska forsetanum, Donald Trump
 
12.10.2020 - 09:03

Orsøkin er, at boðini eru í stríð við reglugerðina hjá Twitter um at breiða út villleiðandi og møguliga skaðiliga kunning um koronufarsóttina.

Í boðunum, sum Trump skrivaði í gjár, stendur, at læknarnir í Hvítu Húsunum siga, at hann er frískur. Trump skrivaði:

Læknarir í Hvítu Húsunum útskrivaðu meg í gjár. Tað merkir, at eg kann ikki fáa hana (mótstøðuførur), og kann ikki smitta nakran. Og tað er gott at vita.

Vissar um, at hann hevur tað gott

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Twitter fjalir boð frá amerikanska forsetanum. Í síðstu viku fjaldi Twitter eini boð, har Trump segði, at færri doyggja av koronusmittuni enn av vanligum beinkrími.

Í mai fjaldi Twitter eini boð frá Trump, og í juni vórðu eini boð fjald, tí "í boðunum vóru hóttan um skaða". Talsfólk fyri Twitter sigur við Reuters, at boðini bóru misvísandi kunning um heilsu í sambandi við COVID-19.

Tað er ikki greitt, hvussu leingi fólk, sum eru frísk eftir at hava havt koronusmittu, eru mótstøðufør. Í samrøðu við Fox News vissaði Donald Trump aftur um, at hann er mótstøðuførur og hevur tað gott.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Mánadag 30. mars
Morgunlestur mánadagur 30.mars 2026
205926
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483
Mánadag 30. mars
Veðrið
206444
Mánadag 30. mars
KAKUMiKS 2 (1:7) - teknmálstulkað
206440