Velur nýtt fólk í nevndina hjá Føroya Tele

Velur nýtt fólk í nevndina hjá Føroya Tele
Nevndarformaðurin er givin, men stjórin er framvegis í starvi
Stjórin í Føroya Tele, Jan Ziskasen, hevur eisini sagt, men hann er í starvinum enn, tí hann hevur seks mánaða uppsagnartíð
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.10.2020 - 10:12

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, fer í dag ella í morgin at velja nýtt fólk í nevndina hjá Føroya Tele. Ómar Svavarsson, sum var nevndarformaður, segði seg úr nevndini 4. september.

Stjórin í Føroya Tele, Jan Ziskasen, segði eisini upp tá. Men hann er í starvinum enn, tí hann hevur seks mánaða uppsagnartíð.

Johnni M. Poulsen, næstformaður, er nú virkandi formaður í nevndini hjá Føroya Tele. Nevndin setur og loysir stjóran úr starvi.

Sum er bíðar nevndin eftir landsstýrismanninum, sum skal velja nýggjan nevndarlim, og stjórin biðar eftir nevndini, sum ikki er fullmannað í løtuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541