Uppskot um dagpengar ikki undirtøku í samgonguni

Uppskot um dagpengar ikki undirtøku í samgonguni
Samgongan tekur ikki undir við uppskotinum um dagpening til stjórar í smáum feløgum. Landsstýrið arbeiðir við málinum og skal hava frið til tað
 
15.10.2020 - 07:49

Við vanligu grundgevingini um, at landsstýrið arbeiðir við málinum og skal hava frið til tess, tekur samgongan ikki undir við uppskotinum til samtyktar um dagpening til stjórar í smáum feløgum.

Stjórar í smáum feløgum, sum hava nøkur fá fólk í arbeiða, eiga eisini at kunna tekna sjálvbodna dagpeningatrygging. Javnaðarflokkurin eigur uppskotið, sum hevur verið í Trivnaðarnevndini.

Umboðini hjá samgonguni har mæla frá at samtykkja upskotið, tí landsstýriskvinnan arbeiðir við tí. Og hon skal hava frið til at arbeiða við tí, siga samgongufólkini í Trivnaðarnevndini.

Føroya arbeiðsgevarafelag og Føroya handverksmeistarafelag upplýsa, at tey hava 450 limir. 180 teirra hava fimm fólk ella færri í arbeiði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040