Bjarni Arnason nýggjur formaður í Føroya Tele

Bjarni Arnason nýggjur formaður í Føroya Tele
Eykaaðalfundur var í Føroya Tele í dag. Bjarni Arnason umboðar eigaran, sum er landsstýrið
Bjarni Arnason er nýggjur nevndarformaður í Føroya Tele
 
20.10.2020 - 14:40

Bjarni Arnason er valdur sum nevndarlimur í samtaksnevndina fyri Føroya Tele, og eftir eykaaðalfundin skipaði nevndin seg við Bjarna Arnason sum formanni og Johnni M. Poulsen sum næstformanni.

Tað boðar Føroya Tele frá.

Landsstýrið verlur fýra nevndarlimir, og tríggir umboða starvsfólk. Nýggi nevndarlimurin umboðar eigaran, Føroya Landsstýri, og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur valt hann.

Grannskoðari og stjóri í Numo

Bjarni Arnason er 50 ára gamal og útbúgvin cand.merc.aud. frá CBS. Síðani 1989 hevur hann starvast sum granskoðari, har hann hevur grannskoðað og ráðgivið bæði størri og smærri fyritøkum. 

Bjarni Arnason starvast í dag sum partnari og stjóri hjá granskoðaravirkinum NUMO.

Hinir nevndarlimirnir í Føroya Tele eru Annbritt Tummasdóttir Nielsen, Lena L. Mohr, Levi T. Nybo, Ólavur Simonsen og Finnbjørn Simonsen.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290