FMR: Vit kunnu ikki toyggja okkum longri

FMR: Vit kunnu ikki toyggja okkum longri
Fíggjarmálaráðið sigur, at var semingsuppskotið góðtikið, hevði endalønin hjá einum sjúkrarøktarfrøðingi verið 36.355 kr. um mánaðin eftir 10 árum
 
02.11.2020 - 14:03

- Vit kunnu ikki toyggja okkum longri, tí tað ber ikki til, at eitt felag skal seta seg fram um øll onnur, og aftur hesa ferð krevja meira enn hini. Vit kunnu ikki góðtaka ein ótálmaðan lønarvøkstur á almenna arbeiðsmarknaðinum.

Tað sigur Fíggjarmálaráðið í dag í eini viðmerking til samráðingarnar við sjúkrarøktarfrøðingarnar, sum eru í verkfalli.

Sí viðmerkingina frá Fíggjarmálaráðnum her.

Fíggjarmálaráðið sigur, at høvdu sjúkrarøktarfrøðingarnir góðtikið semingsuppskotið, sum varð lagt fyri partarnar, hevði grundlønin verið 28.082 kr., og endalønin hevði verið 36.355 krónur um mánaðin, tá viðkomandi hevur verið í starvi í 10 ár.

Við eftirløn verður endalønin 41.809 kr. um mánaðin, sigur Fíggjarmálaráðið.

Báðir partar tapt

Sjúkrarøktarfrøðingarnir vrakaðu semingsuppskotið.

Fíggjarmálaráðið sigur, at tað hevur toygt seg langt fyri at finna eina semju, og nógv krøv eru slept á vegnum. 

Samráðingar eru torførar, men tá tær ikki bera á mál, hava báðir partar vunnið og tapt. Tað kann ikki bara vera ein vinnari, sigur Fíggjarmálaráðið um samráðingarnar við sjúkrarøktarfrøðingarnar.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858