Støðan í sjúkrahúsverkinum ógreið

Støðan í sjúkrahúsverkinum ógreið
Sjúkrahúsverkið fekk kortini øll undantøkini tey bóðu um frá sjúkrarøktarfrøðingunum í gjár
 
03.11.2020 - 06:37

Tað váttaði Steinar Eirikstoft, forstjóri í Degi og Viku í gjárkvøldið, tá hann var gestur hjá sendingini.

Men ruðulleiki var eina løtu seinnapartin, tá Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar kravdu 200 krónur um tíman fyri hvørt undantakið.

Nakað, sum Margit Stórá, varasjúkrahústjóri, segði kostaði Sjúkrahúsverki Føroya umleið 80.000 krónur um samdøgrið.

Tænastumenn innkallaðir

Eisini var ógreitt eina løtu seinnapartin í gjár, um øll undantøk vórðu tikin aftur, tá sjúkrahúsverkið vísti hesum kravinum frá sær.

Sjúkrahúsverkið kallaði 28 tænastumenn inn, sum í nógvum førum eru yvirlæknar, men Óluva í Gong, forkvinna í felagnum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, vísti aftur, at tey høvdu biðið teirra limir fara til hús.

Júst hvør stjórnin er, sum sambært Óluvu í Gong hevði givið boðini til sjúkrarøktarfrøðingarnar um at fara heim, visti forkvinnan hjá sjúkrarøktarfrøðingunum ikki at siga í gjárkvøldið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026