Fáa skjótt endurgjald fyri mista inntøku

Fáa skjótt endurgjald fyri mista inntøku
Fólk, sum eru heima hjá sjúkum ella doyggjandi fólki, kunnu skjótt fáa endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku
 
03.12.2020 - 08:38

Kunngerðin um endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku er víðkað og send til hoyringar. Nú loyvir kunngerðin landinum at lata endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku, tá fólk ansa børnum við varandi sjúku ella breki.

Men uppskot er um, at tey, sum ansa fólki undir fólkapensjónsaldri, sum hava seinheilaskaða, og doyggjandi fólki í heiminum, eisini kunnu fáa endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku.

Endurgjaldið er í mesta lagi 25.000 kr. um mánaðin, umframt frítíðarløn og bundið eftirlønargjald. Broytta kunngerðin skal koma í gildi á nýggjárinum. Hoyringarfreistin er til 15. desember á middegi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026