Føroyingar í Grønlandi fáa ikki frá Heilsutrygd

Føroyingar í Grønlandi fáa ikki frá Heilsutrygd
Bara tey, sum rinda skatt í Føroyum, hava rætt til pengar frá Heilsutrygd. Hetta verður ikki broytt, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður
 
04.12.2020 - 06:32

Landsstýrismaðurin hevur svarað einum spurningi frá Bill Justinussen,løgtingsmanni, um føroyingar, sum sigla í Grønlandi, kunnu fáa stuðul til heilivág frá Heilsutrygd.

Tað kunnu teir, um teir búgva og gjalda skatt í Føroyum, tí so rinda teir eisini til Heilsutrygd. Men føroyingar, sum búgva í Grønlandi, hava ikki rætt til at fáa stuðul frá Heilsutrygd.    

Skulu teir tað, er neyðugt at broyta heilsutrygdarlógina, sigur landsstýrismaðurin. Og hann heldur ikki, at lógin skal broytast, so fólk, sum búgva í øðrum londum enn Føroyum, kunnu rinda í Heilsutrygd og fáa stuðul haðani.

Hesi fólk rinda ikki skatt í Føroyum. Heilsutrygdargjaldið megnar ikki einsamalt at fíggja allar heilsutrygdarveitingar. Restin verður fíggjað við skatti. Og fólk, sum ikki búgva í Føroyum, rinda ikki skatt í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053