Metnógv smittað við koronu í Danmark

bannari
Metnógv smittað við koronu í Danmark
Seinasta samdøgrið eru 1.745 danir smittaðir við koronu
 
06.12.2020 - 16:53

Metnógv eru smittað við koronu í Danmark. Seinasta samdøgrið hava 1.745 danir fingið koronusmittuna. Tað vísa nýggjastu tølini hjá danska Statens Serum Institut. 

Hetta er hægsta talið av smittaðum innan fyri 24 tímar, síðani korona byrjaði at gera um seg í Danmark í vár. 

23 danir vóru innlagdir seinasta samdøgrið og samlaða talið av innløgdum við koronu er nú 302. 42 teirra eru innløgd á intensivari deild, og 26 sjúklingar fáa hjálp frá andingartólum.

Høga smittutalið fær danir at stúra fyri jólunum

Í dag hava framsøgufólk úr øllum politisku flokkunum verið á fundi við Magnus Heunicke, heilsumálaráðharra, um koronustøðuna. Tí verða herd tiltøk væntandi sett í verk ein av komandi døgunum. 

Vit síggja ein vøkstur sum er eksponentiellur, og tí er tað alneyðugt við herdum tiltøkum, men tiltøkini verða møguliga avmarkað lokalt, sigur Peder Hvelplund úr Eindarlistanum.

Mette Frederiksen hevur í dag skrivað á Facebook, at nýggj tiltøk eru á veg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 11. mai
Morgunlestur mánadagur 11.mai 2026
208057
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112