Dátueftirlitið skal bara hava eftirlit

Dátueftirlitið skal bara hava eftirlit
Tjóðveldi í rættarnevndini heldur tað vera skeivt, at Dátueftirlitið ikki longur skal geva loyvi til at seta vakmyndatól upp
Sambært lógaruppskotinum skal Dátueftirlitið ikki longur geva loyvi til at seta upp vakmyndatól
 
09.12.2020 - 09:18

Tjóðveldi heldur tað vera skeivt, at Dátueftirlitið ikki longur skal geva loyvi til at seta upp vakmyndatól.

Nú skal Dátueftirlitið bara vera eftirlit.

Rættarnevndin hjá løgtinginum hevur viðgjørt uppskotið hjá landsstýrinum um vakmyndatól.

Meirilutin fyri

Meirilutin í nevndini tekur undir við uppskotinum. Men minnilutin í nevndini, Sirið Stenberg og Hervør Pálsdóttir í Tjóðveldi, mælir frá at samtykkja tað.

Sambært lógaruppskotinum skal Dátueftirlitið ikki longur geva loyvi til at seta upp vakmyndatól.

Men tey, sum seta upp vakmyndatól, skulu boða Dátueftirlitinum frá hesum.  

Dátueftirlitið skal hava eftirlit við vakmyndatólum.

Gongur ov nær

Sirið Stenberg og Hervør Pálsdóttir siga tað vera álvarslgt, at til ber at hyggja eftir so at siga øllum fólkum. 

Uppskotið gongur fólki ov nær, halda tær. Persónliga frælsið verður skert. Vandi er fyri, at viðkvæmar persónupplýsingar kunnu koma óviðkomandi í hendi.

Eisini verður vandan størri fyri, at vakmyndatól verða brúkt skeivt. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329