100.000 kr. skulu rinda negativa rentu

100.000 kr. skulu rinda negativa rentu
Broytingarnar verða gjørdar fyri at tillaga raksturin til lágu rentuna og herdu kapitalkrøvini, sigur Suðuroyar sparikassi
Markið fyri at gjalda negativa rentu í Suðuroyar sparikassa lækkar úr 250.000 krónum niður í 100.000 krónur
 
22.12.2020 - 09:10

Nú fert tú at rinda negativa rentu, um tú eigur 100.000 krónur innistandandi í Suðuroyar sparikassa.

Um ein mánað lækkar peningastovnurin markið úr 250.000 krónum niður í 100.000 krónur fyri at gjalda negativa rentu. Negativ renta verður goldin av upphæddini, sum er oman fyri 100.000 krónur.

Broytingarnar verða gjørdar fyri at betra um og tillaga raksturin til lágu rentuna og herdu kapitalkrøvini til peningastovnarnar, sigur Suðuroyar sparikassi í tíðindaskrivi.

Á regluligari eftirlitsvitjan í september 2020 kannaði Fíggjareftirlitið øll høvuðsøkini hjá sparikassanum.

Fíggjareftirlitið staðfesti, at Suðuroyar sparikassi skal nýta størri orku til váða- og complianceøkið, betra um mannagongdir og nágreina starvsskipanir og stýringina á kredittøkinum.

Tiltøk eru longu sett í verk fyri at bøta um hesi viðurskifti, skrivar sparikassin.

Solvenstørvurin hækkaður

Fíggjareftirlitið hækkaði solvenstørvin hjá Suðuroyar sparikassa við 0,65 % stigum, upp í 11,2 % stig, og kravdi, at sparikassin skuldi niðurskriva 1,4 mill kr.  Niðurskrivingarnar vórðu longdu gjørdar í triðja ársfjórðingi í ár.

Fíggjareftirlitið metti, at inntøkan hjá sparikassanum er ov lítil, tá ið hugsað verður um kapitalkrøvini, ið herðast í hvørjum. 

Sparikassin hevur eisini sett tiltøk í verk fyri at betra um grundraksturin, soleiðis at eginognin veksur til 2025, tá ið øll kapitalkrøv eru komin í gildi. 

Fíggjareftirlitið metti eisini, at fleiri av vinnukundunum eru veikir og skulu kredittmetast lægri.

Sparikassin fekk boð um at tryggja sær, at samsvar er millum útlánsrentur og kredittváða. Útlánsrenturnar fyri vinnukundar og tænastugjøldini verða soleiðis tillagaði 21. januar 2021, skrivar sparikassin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 11. mai
Morgunlestur mánadagur 11.mai 2026
208057
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112