BankNordik selur bankan í Danmark til Spar Nord

BankNordik selur bankan í Danmark til Spar Nord
Orsøkin er herd kapitalkrøv, sum skerja kappingarførið í Danmark
BankNordik væntar at fáa millum 70 og 90 mió. kr. í vinningini av søluni av bankanum íi Danmark
 
22.12.2020 - 09:20

BankNordik hevur selt BankNordik í Danmark til Spar Nord fyri bókaða virðið umframt 255 milliónir krónur í goodwill.

Orsøkin er herdu kapitalkrøvini, sum skerja kappingarførið í Danmark, sigur bankin.

Virksemið hjá BankNordik í Grønlandi heldur fram.

Sølan av virkseminum í Danmark er treytað av góðkenning frá Fíggjareftirlitinum og kappingarmyndugleikunum, og verður væntandi framd 1. mars næsta ár.

BankNordik væntar, at sølan fer at geva millum 70 og 90 milliónir krónur í vinningi í roknskapinum fyri 2021.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809