Fjórða valið í Ísrael í tvey ár

Fjórða valið í Ísrael í tvey ár
Stjórnin kundi ikki semjast um fíggjarlógina, og tí verður aftur tjóðartingsval
Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, og samgongufelagin, Benny Gantz, samdust ikki um fíggjarlógina, og tí verður aftur val í Ísrael
 
23.12.2020 - 10:32

Í seinasta lagi 23. mars næsta ár verður aftur tjóðartingsval í Ísrael. Tað er fjórða valið seinastu tvey árini skrivar Jerusalem Post.

Hetta er greitt, eftir at Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, og samstarvsfelagin, Benny Gantz, ikki kundu semjast um fíggjarlógina.

Andstøðan kravdi fyrr í mánaðinum nýval, og fekk stuðul frá einum av stjórnarflokkunum, Blátt og hvítt, sum Benny Gantz stendur á odda fyri.

Stjórnin fekk freist til á midnátt í gjárkvøldið at semjast um fíggjarlógina, men tað eydnaðist ikki.

Mánadagin segði Knesset nei at leingja freistina. Tí verður nýval.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Leygardag 5. september
Plátupanelið #41 (One & Done)
212762
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572