Skulu eta meira D-vitamin

Skulu eta meira D-vitamin
Danska matvørstýrið mælir nú øllum vaksnum og børnum, fýra ár og eldri, at taka D-vitminískoyti í vetrarhálvuni
Tilvildarlig mynd
 
25.12.2020 - 17:37

Eisini mæla matvørustýrið og heilsustýrið til, at foreldur geva smáu børnunum D-vitaminir alt árið til barnið fyllir fýra ár, og ikki bara tvey ár, sum higartil.

Nýggju tilmælini koma eftir kanning, sum danska Krabbameinsfelagið gjørdi í 2018, sum vísti, at fimmti hvør dani, sum ikki tekur D-vitaminískoyti, hevur D-vitamintrot um várið. 

Í sambandi við kanningina vóru blóðroyndir tiknar frá 3.092 fólkum millum 2 og 69 ára gomul úr ymsum pørtum í Danmark. Royndirnar vístu, at nógv av teimum manglaðu D-vitaminir um várið, tá fólk vanliga mangla D-vitamnir, tí sólin ikki hevur givið teimum so nógv av hesum vitaminum.

Mugu bøta um støðuna

Niðurstøðan hjá einum ráðgevandi arbeiðsbólki, saman við danska Krabbameinsfelagnum, serfrøðingum og granskarum, er, at neyðugt er at bøta um D-vitamin-støðuna hjá dønum.

Arbeiðsbólkurin mælir til, at fólk taka 5 - 7,5 mikrogram av D-vitaminum um dagin, og at annað verður gjørt fyri at minka um D-vitamintrotið so at tey, sum mangla D-vitaminir, fáa betri styrkt sær beinagrindina.

Nýggja tilmælið er: 

  • vaksin og børn, fýra ár og eldri, taka 5 - 10 mikrogramm av D-vitamin um dagin í vetrarhálvuni - frá oktober til apríl. 
  • nýføðingar og smábørn yngri enn fýra ár skulu taka 10 mikrogramm alt árið, frá tey eru tvær vikur og til tey eru fýra ára gomul. Um foreldrini geva barninum barna-vitamintablett, skal barnið ikki hava D-vitamin-ískoyti.
  • kvinnur, sum eru við barn, børn og vaksin við myrkari húð, børn og vaksin, sum er fjald í klæðum um summarið og fólk, sum ikki dagliga eru uttandurða ella ikki fáa sólljós á seg, skulu taka 10 mikrogr. av D-vitaminum um dagin.
  • fólk eldri enn 70 ár, fólk á røktarheimum og í heimarøkt, sama hvussu gomul tey eru, og fólk, sum eru í størri vanda fyri at fáa beinbroyskni, skulu taka 20 mikrogr. av D-vitaminum saman við 800-1.000 milligrammum av calcium alt árið. 

D-vitamin-trot kann gera beinagrind og vøddar veikari. Vitaminin hevur serliga stóran týdning fyri, at likamið kann taka ímóti calcium í tarmunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609