Tunnilsgjaldið skal niður

Tunnilsgjaldið skal niður
Jaspur Langgaard, tingmaður fyri Sambandsflokkin, vil hava tunnilsgjaldið bíligari. Tað er eitt ófrávíkiligt krav, sigur hann
Tað er eitt ófrávíkiligt krav, at tunnilsgjaldið til Eysturoyartunnilin lækkar, heldur Jaspur Langgaard, sum býr á Nesi
Mynd: Bjarni Á. Rubeksen  
 
27.12.2020 - 11:19

Undir yvirskriftini "TUNNILSGJØLDINI SKULU NIÐUR" setur tingmaður fyri Sambandsflokkin, Jaspur Langaard, fram eitt, hann kallar ófrávíkiligt krav. Jaspur Langaard, vil hava, at gjaldið fyri at koyra í Eysturoyartunlinum skal lækkast. 

-  Politikkararnir valdu at seta eina nevnd og stjóra at stýra felagnum, og vit kunnu í dag ásanna, at tey hava gjørt eitt gott arbeiði, tá talan er um bygging av tunlinum, men tá talan er um prísásetingina fyri nýtslu av tunnlinum, hava tey dumpað.

Vit vita, at verður prísurin rímuligari, koma nógv fleiri at brúka tunnilin, og harvið eisini at gjalda fyri tunnilin. Hetta sigur allur logikkur, og hetta hava vit eisini sæð í hinum tunlunum.

Um tunnilsfelagið ikki sjálvt velur at tillaga tunnilsgjøldini, verða vit noydd at gera politisk inntriv, til frama fyri bæði borgaran og samfelagið sum heild

Tunnilsgjøldini muga og skulu niður - hetta er eitt ófrávikiligt krav, sigur Jaspur Langaard. 

 

Alt skrivið kann lesast her

 

Kostnyttukanning

Tingmaðurin fyri Sambandsflokkin, heldur at kostnyttukanningin, sum er gjørd av landsverki, vísir, at neyðugt er at lækka prísin. 

-  Borgarnir spara bensin, slit av dekkum og slit av bilum - landið sparir slit av vegum. Alt hetta verður tikið við í eini kost-nyttu kanning - og metir Landsverk, at árliga sparingin av hesum er áleið 60-70 mó. kr.

Umhvørvisliga vil nýtslan av tunlinum hava við sær, at vit árliga brúka nógv minni av svartari orku, sigur Jaspur Langgaard. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. juni
Skratsj 24. juni 2026
210120
Mikudag 24. juni
Morgunlestur mikudagur 24.juni 2026
209940
Týsdag 23. juni
Millum tøkini #11: Jóansøka
210084
Týsdag 23. juni
Morgunlestur týsdagur 23.juni 2026
209939
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980