Eitt lík funnið í Gjerdrum

Eitt lík funnið í Gjerdrum
Níggju fólk eru ikki komin afturíaftur eftir skriðulopið
Leitað verður framvegis eftir níggju fólkum í Gjerdrum.
 
01.01.2021 - 15:55

Bjargingarfólk í norska Gjerdrum norðanfyri Oslo hava nú grava seg fram til eitt fólk, ið hevur latið lív av skriðuni, sum leyp mikudagin.

Tað váttar átaksleiðarin, Roy Alkvist, á tíðindafundi seinnapartin.

Bjargingararbeiðið heldur fram restina av degnum.

Níggju horvin

Enn eru níggju fólk ikki komin afturíaftur.

Higartil hevur verið leitað við dronu, tí tað hevur verið ov vandamikið at senda fólk í økið at leita. 

Skriðan er umleið 300 metrar breið og umleið 700 metrar long. Níggju bygningar, har 31 húski hava búð, eru farin í skriðulopinum. Seks bilhús eru eisini farin í skriðulopinum. Skriðan ger enn um seg og vandi er fyri, at fleiri hús kunnu fara í skriðuni, skrivar VG.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Morgunlestur mikudagur 11. november 2026
216223
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096