Heldur eingin dystur í Kekkia

Heldur eingin dystur í Kekkia
Seinni dysturin millum Føroyar og Kekkia, sum skuldi spælast í Pilzen leygardagin, er eisini útsettur
Hesir gleddu seg til dyst, men tað verður av ongum
 
06.01.2021 - 20:58

Seinni EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Kekkia, sum skuldi spælast í Pilzen leygardagin er eisini útsettur.

Mikudagin varð greitt, at heimadysturin hjá Føroyum móti Kekkia í Høllini á Hálsi, varð av ongum, tí átta fólk í kekkiska ferðalagnum fingu staðfest koronuvirusið eftir kanning á flogvøllinum, tá tað kom til landið týsdagin.

Í gjárkvøldið komu so boðini um, at dysturin í Kekkia heldur ikki verður spældur nú. 

Tað er kappingarleiðslan hjá evropeisku hondbóltssamgonguni, EHF, sum hevur tikið avgerðina, tí hon metir, at vandin fyri at spjaða smittu er ov stórur.

Enn er ikki greitt, nær undandystirnir móti Kekkia skulu spælast, skrivar HSF.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423