Kæra um stjórasetan skal viðgerast av nýggjum

Kæra um stjórasetan skal viðgerast av nýggjum
Leikarafelag Føroya kærdi stjórasetanina á Tjóðpallinum til umboðsmannin
Umboðsmaðurin biður Uttanríkis- og mentamálaráðið viðgera kæruna frá Leikarafelagnum um stjórasetanina á Tjóðpallinum av nýggjum
 
25.01.2021 - 11:26

Uttanríkis- og Mentamálaráðið er biðið um at viðgera kæruna um stjórasetanina á Tjóðpallinum av nýggjum.

Ráðið hevur eisini fingið átalu fyri, hvussu tað handfór kæruna um setanina.  

Løgtingsins umboðsmaður heldur, at aðalráðið hevði ikki allar neyðugar upplýsingar í málinum fyri at staðfesta, at Leiklistaráðið hevði tikið saklig atlit í sambandi við, at nýggjur stjóri varð settur á Tjóðpallinum.

Leikarafelag Føroya kærdi stjórasetanina til Løgtingsins umboðsmann.

Fyrst kærdi felagið til Uttanríkis- og Mentamálaráðið, men fekk ikki viðhald har.

Uttanríkis- og mentamálaráðið viðgjørdi kæruna hjá Leikarafelagnum uttan at hava sæð umsóknir, innstilling, fullfíggjaðar fundarfrágreiðingar og annað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232