Kæran avvíst

Kæran avvíst
Aganevndin hjá Handbóltssambandinum hevur avvíst kæruna hjá Stjørnuni um steypadystin móti Neistanum í Havn 17. januar
 
29.01.2021 - 06:10

Aganevndin vísir á, at mótmælið, sum varð lagt í dystinum, ikki er sambært kappingarreglunum og forskriftunum.

Mótmæli skal leggjast beint eftir, at skeivleikin er staðfestur ella møguligt mistak er gjørt, og skrivarin skal skriva mótmælið á dómaraseðilin. 

Dómaraborðið skal alt fyri eitt geva dómarunum fráboðan um mótmælið, og er spælið hereftir tikið uppaftur, hava partarnir góðtikið tað, sum er farið fram, sigur Aganevndin.

Tað varð ikki gjørt í dystinum 17. januar, sigur Aganevndin. Neistin vann dystin við einum máli, sum kom við brotskasti í síðstu løtu. Stjørnan kravdi umdyst.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Mono. 1. sending
215920
Týsdag 3. november
Tá minan brast á skúlaloftinum í Dali
215840
Týsdag 3. november
Breddin: Miðskeiðisvalið í USA
215831
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860