Mest av hýsu

Mest av hýsu
Allir partrolararnir eru úti, men fiskiskapurin er ikki góður
Fiskamarknaður Føroya
 
31.01.2021 - 11:10

Trý ísfiskalínuskip eru til fiskiskap. Tey fiska mest av toski, hýsu, longu og brosmu. Fiskamarknaðurin roknar við, at allir landa í vikuni, skrivar Fiskamarknaður Føroya.

Helst fer okkurt av línuskipunum avstað í næstum. 

Fýra frystulínuskip er undir Føroyum og tvey eru undir Íslandi.

Útróður
Nakað av útróðri verður helst næstu vikuna. Streymurin er harður fyrst í vikuni, men linkar sum vikan gongur og veðrið verður hampuligt. 

Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.

Ein djúpvatnstrolari er vestanfyri og fiskar kongafisk og ein er sunnanfyri og fiskar djúpvatnsfisk.

Allir partrolararnir eru út, men fiskiskapurin er tíverri ikki góður. 

Fimm trolbátar eru á Skeivabanka og fiska havtasku.

Tvey garnaskip fiska svartkalva og koma at landa síðst í vikuni. Tey hava vánaligan fiskiskap. 

Eitt fiskar havtasku og hevur brúkiligan fiskiskap, skrivar Fiskamarknaðurin í meting fyri næstu viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Týsdag 3. november
Tá minan brast á skúlaloftinum í Dali
215840
Týsdag 3. november
Breddin: Miðskeiðisvalið í USA
215831
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860