Á lista yvir serligar fótbóltsvøllir

Á lista yvir serligar fótbóltsvøllir
Fótbóltsvøllurin á Svangaskarði vekir ans, tí hann er í so vøkrum umhvørvi
Mynd: b68.fo  
 
20.02.2021 - 15:39

Í útgávuni hjá bretska blaðnum, The Sun, er yvirlit yvir 10 teir løgnastu fótbóltsvøllirnar í heiminum. Og hóast vøllirnir eru løgnir, so verða dystir spældir har.

Vøllurin á Toftum, Svangaskarð, er á listanum hjá The Sun. Tað serliga við Svangaskarði er, sambært The Sun, at vøllurin um umgirdur av grønum bøi, og at útsýni er út á tað bláa hav. 

Í Serbia er ein fótbóltsvøllur uppi á tekjuni á eini handilsmiðstøð í Beograd. Station Vozdovac-vøllurin lýkur øll krøv hjá UEFA til Evropa League og Champions League-dystir.

Í Sveis er vøllurin hjá fótbóltsfelagnum Gspon, Ottmar Hitzfeld vøllurin, á hesum listanum. Vøllurin er í fjallalendinum í Sveis og er hægstliggjandi vøllur í heiminum. Ikki er koyrandi til vøllin. Men í eini bygd nærindis er rennistrongur niðan á vøllin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
Eitt korter við jazzi
212647
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439