Velja umboðini í Bú- og heimatænastuna av nýggjum

Velja umboðini í Bú- og heimatænastuna av nýggjum
Umhvørvis- og vinnumálaráðið sigur, at veljast skal eftir lutfalsvalháttinum
Val av limum í Bú- og heimatænastuna er á skránni fyri býráðsfundin á Tvøroyri í kvøld
 
01.03.2021 - 13:11

Tvøroyrar býráð skal í kvøld velja umboð og varaumboð í Bú- og heimatænastuna í Suðuroynni av nýggjum.

Býráðið valdi annars umboðini á býráðsfundi 4. januar. 

Men umhvørvis- og vinnumálaráðið hevur givið Tvøroyrar kommunu boð um at velja umboð og varaumboð í Bú- og heimatænastuna av nýggjum.

Veljast skulu tveir fastir limir og tveir varalimir í Bú- og heimatænastuna. 

Meirilutin bæði umboðini

4. januar helt meirilutin við Kristin Michelsen, borgarstjóra, á odda, fast við siðvenjuna, sum hevur verið, at meirilutin átti umboðini.

Minnilutin, umboðini fyri Javnaðarflokkin, førdu fram, at minnilutin átti annan fasta limin og annan varalimin í Bú- og heimatænastuni.

Men valið fór fram soleiðis sum meirilutin vildi.

Minnilutin í Tvøroyrar Býráð sendi málið til Umhvørvis- og Vinnumálaráðið, sum hevur eftirlit við kommununum.

Niðurstøðan frá Umhvørvis- og vinnumálaráðinum var, at valið skal fara fram sambært lutfalsvalháttinum. Tað vil siga, at minnilutin hevur rætt til at velja annan fasta limin, umframt ein varalim.

Býráðsfundurin á Tvøroyri verður í kvøld kl. 19.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040