Vil hava ríkisrættarmálið sjónvarpað

Vil hava ríkisrættarmálið sjónvarpað
Inger Støjberg hevur lagt lógaruppskot fyri fólkatingið
Inger Støjberg, sum nú er uttanflokka á fólkatingi, vil hava ríkisrættarmálið móti sær sjónvarpað
 
02.03.2021 - 09:04

Fyrrverandi danski útlendinga- og integratiónsmálaráðharrin, Inger Støjberg, vil hava, at ríkisrættarmálið ímóti sær verður sjónvarpað. Tí hevur hon lagt eitt lógaruppskot fyri fólkatingið, ið skal heimila, at rættarmálið verður sjónvarpað.

Men tað fellur ikki í góða jørð hjá felagnum fyri danskar dómarar.

- Talan er ikki um eina framførslu, men eitt rættarmál", sigur Mikael Sjögren, sum er formaður í felagnum fyri danskar dómarar. 

Hann sigur tó, at tað ber til at senda partar av málinum í sjónvarpi, men hetta er bert er nakað, ið kann gerast í hendingaføri. Orsøkin er, at vitnini skulu vera vard.

- Tað eru fleiri embætisfólk, ið skulu vitna í málinum, og eg haldi ikki, at tað tænir okkum, at frágreiðingarnar hjá teimum skulu og klippast aftaná. Hetta er ikki ein framførsla, men eitt rættarmál, sigur Mikael Sjøgren.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114