Journalistar hava meldað krúnprinsin í Saudiarabia

Journalistar hava meldað krúnprinsin í Saudiarabia
Mohammed bin Salman er meldaður fyri dráp og brotsverk móti mannaættini
Mohammed bin Salman, krúnprinsur, og Jamal Khashoggi. Nú er krúnprinsurin meldaður fyri at hava dripið Jamal Khashoggi
 
03.03.2021 - 10:27

Felagsskapurin "Journalistar uttan landamark" hevur meldað krúnprinsin í Saudiarabia, Mohammed bin Salman, fyri at hava dripið journalistin, Jamal Khashoggi.

Fýra aðrir saudiarabarar, sum eru í týdningarmiklum størvum, eru eisini meldaðir.

Umframt drápið á journalistin, er krúnprinsurin meldaður fyri brotsverk móti mannaættini. Talan er um brotsverk móti 35 journalistum, skrivar DR.

Jamal Khashoggi skrivaði atfinningarsamar greinar, millum annað fyri Washington Post. Hann varð dripin á saudiarabisku sendistovuni í Istanbul í oktober 2018.

Málið er meldað til ein týskan dómstól, eftir at ein frágreiðing er komin frá eini amerikanskari fregnartænastu. Har er niðurstøðan, at krúnprinsurin góðkendi, at Jamal Khashoggi varð dripin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006