Framvegis fá ferðandi

Framvegis fá ferðandi
Í februar vóru fráferðirnar og komunurnar í Vága floghavn 176, góð 50 prosent færri enn í februar í fjør
 
05.03.2021 - 07:51

Tølini hjá flogvøllinum eru framvegis lítil. Í februar vóru fráferðirnar og komunurnar 176, góð 50 prosent færri enn í februar í fjør.

Sama minking er galdandi fyrstu tveir mánaðirnar í árinum. Nógv minni farmur er eisini nú.

Í februar í ár vóru 27 tons av farmi, næstan 60 prosent minni enn í februar í fjør. Higartil í ár eru flutt góð 67 tons av farmi, 58,8 prosent minni enn í fjør.

Einasti flutningur, sum er nøkunlunda tann sami í ár, er posturin. Hann var 18,6 tons í februar, bara 4,6 prosent minni enn í fjør. Higartil í ár er minkingin 3,4 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037