Betrideildin: Tey bestu í fjør bresta saman

Betrideildin: Tey bestu í fjør bresta saman
Greipuvinnarin í fjør, HB, og NSÍ, sum endaði á 2. plássi í landskappingini, bresta saman á Tórsvølli. Tríggir aðrir dystir verða eisini spældir
Teitur Gestsson við stórsteypinum, sum HB vann ímóti NSÍ síðsta vikuskifti
 
07.03.2021 - 14:17

Landskappingin í bestu mansdeildini hjá monnum er byrjað aftur um vikuskiftið.

Ein dystur varð spældur í gjár, og hinir fýra dystirnir verða allir spældir nú seinnapartin.

Fyrsti dysturin í landskappingini í gjár var millum EB/Streym og ÍF, og tann dysturin endaði við javnleiki, 1 - 1.

Seinnapartin í dag verða hesir fýra dystirnir spældir:

07 Vestur og B36 spæla á Dungasandi í Sørvági, B68 tekur ímóti KÍ á Svangaskarði, HB og NSÍ møtast á Tórsvølli og Víkingur tekur ímóti TB í Sarpugerði.

Dystirnir í dag byrja klokkan 15, uttan dysturin á Svangaskarði. Tann dysturin byrjar klokkan 16.

Útvarpið sigur frá fyrsta umfarinum í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum í sendingini Bólturin, sum byrjar klokkan 15.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Leygardag 5. september
Plátupanelið #41 (One & Done)
212762
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572