Lógartænastan finst at hoyringarfreistum

Lógartænastan finst at hoyringarfreistum
Freistir, sum eru styttri enn 14 dagar, eru als ikki nøktandi, sigur Lógartænastan
Lógartænastan í Tinganesi vísir á, at slakur triðingur av uppskotunum hevur ikki havt nóg góða hoyringarfreist
 
15.03.2021 - 09:15

Ein bati er hendur, men enn er verri enn so komið á mál.

Lógartænastan hjá Løgmansskrivstovuni viðger aftur ummælisfreistirnar í ársfrágreiðingini fyri løgtingsárið 2019. 

Vanliga eigur hoyringarfreistin at vera í minsta lagi fýra vikur.

59 uppskot vórðu send til hoyringar í løgtingsárinum 2019. Longsta hoyringarfreistin var 81 dagar, tann stytsta ein dagur.

70 prosent ikki til hoyringar

Í løgtingsárinum 2019 eftirkannaði lógartænastan 202 uppskot. 70 prosent av uppskotunum vóru ikki til hoyringar.

Bara fjórða hvørt uppskot, sum varð sent til hoyringar, var til hoyringar í fýra vikur ella meira. 

Freistir, sum eru styttri enn 14 dagar, eru als ikki nøktandi, sigur Lógartænastan.

Ein til 14 dagar

Lógartænastan sigur, at hjá 17 av teimum 59 uppskotunum, sum vórðu send til hoyringar, var hoyringarfreistin ein til 14 dagar.

Tað merkir, at slakur triðingur hevur ikki havt eina nóg góða hoyringarfreist. 

Tað er alt ov nógv eftir okkara tykki, sigur Lógartænastan.   

Øll stjórnarráðini uttan Løgmansskrivstovan sendu uppskot til hoyringar við styttri freist enn 14 dagar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329