Uppskotið um miðlastuðul viðgerast í dag

Uppskotið um miðlastuðul viðgerast í dag
Ætlanin er at broyta stuðulin til privatu fjølmiðlarnar. Í dag fer løgtingið at viðgera uppskotið um miðlastuðul
Ætlanin er at broyta miðlastuðulin, so søkjast skal um stuðul til tíðaravmarkaðar verkætlanir
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.03.2021 - 06:45

Higartil hevur leisturin verið tann, at 60 prosent av stuðlinum er latin eftir rakstrarútreiðslunum hjá miðlinum undanfarna ár, og 40 prosent eru javnt býtt millum miðlarnar, sum søkja.

Sambært uppskotinum hjá Mentamálaráðnum skal nú søkjast um stuðul til tíðaravmarkaðar verkætlanir, so sum greinarøðir, heimildarsendingar ella poddvarp, sum eru mettar at hava journalistiska dygd og samfelagsligt virði.

Seks uppskot skulu hava fyrstu viðgerð í dag. Teirra millum eru uppskotini hjá Tjóðveldi um almenna lønarkontu, og uppskotið hjá Sirið Stenberg í Tjóðveldi um at gera at ólavsøkuaftan til almennan frídag.

Tingfundurin í dag er klokkan 10.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028