Norðmenn fingu nógv betri lodnuprís

Norðmenn fingu nógv betri lodnuprís
Norsk skip landaðu 12.000 tons av lodnu í Íslandi í vetur
Lodnan, sum norsk skip landaðu í Íslandi, er seld til Japan fyri meira enn eina milliard krónur.
 
19.03.2021 - 08:55

Fiskimenn í Íslandi vilja hava kannað, hví norsk skip fingu meira fyri lodnuna í Íslandi enn tey íslendsku.

Felagið hjá fiskimonnum sigur, at íslendsk skip hava fingið í miðal 4,91 fyri kilo.

Norsku skipini fingu nógv meira, heilt upp í 13,88 kr. fyri kilo. 

Norsk skip landaðu 12.000 tons av lodnu í Íslandi nú í vetur.

Minni rogn í lodnuni

Fiskimenninir siga, at lodnan frá íslendsku skipinum var betri enn lodnan hjá norsku skipunum, tí norsku skipini fiskaðu lodnuna fyrr enn tey íslendsku, og tí var minni rogn í henni.

Íslendska lodnan verður seld til Japan.

Lodnan, sum norsk skip landaðu í Íslandi, er seld hagar fyri meira enn eina milliard krónur.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541