Rætturin viðger grovt neyðtøkumál í seks dagar

Rætturin viðger grovt neyðtøkumál í seks dagar
Ein maður er m.a. ákærdur fyri at hava misnýtt ein drong fleiri enn 50 ferðir í hálvt triðja ár
Sambært ákæruritinum eru brotsgerðirnar farnar fram í umleið hálvt triðja ár, frá 2017 til 2019
 
19.03.2021 - 18:00

Føroya Rættur fer í næstu viku viðgera eitt neyðtøkumál, ið sambært ákæruritinum má metast at vera av grovasta slag. 

Ein persónur er ákærdur eftir serligu greinini í revsilógini, har neyðtøkan hevur verið serliga vandamikil, ella talan er um serliga skerpandi umstøður. Revsiramman er 12 ára fongsul.

Sambært ákæruritinum eru brotsgerðirnar farnar fram í umleið hálvt triðja ár, frá 2017 til 2019.

Yngri enn 15 ár

Hetta tíðarskeið skal ákærdi maðurin hava kynsliga misnýtt ein drong, ið var yngri enn 15 ár, tá misnýtslan byrjaði. 

Talan er bæði um neyðtøku og annað kynsligt samband, og sambært ákæruritinum eru brotsgerðirnar framdar fleiri enn 50 ferðir.

Maðurin er ákærdur eftir fleiri ásetingum í grein-216 í revsilógini, sum snýr seg um neyðtøku. 

Hann er ákærdur fyri at hava noytt dreingin til samlegu við harðskapi, ella hóttan um harðskap.

Hann er ákærdur fyri at hava skaffað sær samlegu við at nýta annan ólógligan tvingsil. Og ákæruvaldið ákærir hann eisini eftir stk.3 í somu grein, har ásett verður, at revsingin kann hækka upp í 12 ár, um neyðtøkan hevur verið serliga vandamikil, ella umstøðurnar á annan hátt eru serliga skerpandi.

Ákærdur eftir strangastu grein

Av tí at brotsgerðirnar sambært ákæruritinum byrjaðu, tá drongurin var yngri enn 15 ár, er maðurin eisini ákærdur eftir strangastu áseting í grein-222 í revsilógini, sum snýr seg um kynsliga misnýtslu av børnum, og har talan er um, at gerningsmaðurin hevur skaffað sær samlegu við tvingsli ella við hóttanum. Eisini her er revsiramman 12 ár.

Aftrat ákæruni um neyðtøku, er maðurin í øðrum lagi ákærdur fyri blúnisbrot, og fyri at hava barnaporno í varðveitslu.

Umframt at hava neyðtikið eina drongin, er maðurin ákærdur fyri onnur kynslig brotsverk móti tveimum øðrum dreingjum. Hesar ákærur ganga heilt aftur til 2015.

Føroya Rættur hevur sett seks dagar av til rættarmálið móti manninum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Filosofiskur 3. partur
213777
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650