Helmingurin koppsett í Stóra Bretlandi

bannari
Helmingurin koppsett í Stóra Bretlandi
26,9 millónir vaksin fólk í Stóra Bretlandi hava fingið fyrra prikið
 
21.03.2021 - 10:35

Helvtin av teimum vaksnu fólkunum í Stóra Bretlandi hava nú fingið minst ta einu koppsetingina fyri COVID-19.

Tað segði ráðharrin í heilsumálum, Matt Hancock, í gjár sambært tíðindastovuni, Reuters.

Sostatt er landið tað fyrsta stórveldið, har helmingurin av teimum vaksnu fólkunum hava fingið minst eitt prik.

Hetta merkir, at Stóra Bretland so smátt kann fara at slaka uppá smittutálmandi átøkini, sum eru í landinum.

Koppsetingarætlanin er okkara vegur úr farsóttini, sigur Matt Hancock við sjónvarpsstøðina, Sky News.

Forsætisráðharrin í Bretlandi, 56 ára gamli Boris Johnson, fekk sjálvur tað fyrra prikið fríggjadagin við koppsetingini hjá AstraZeneca.

Júst tann koppsetingin hevur verið nógv umrødd seinastu vikurnar, tí illgruni hevur verið um, at koppsetingin kann elva til blóðtøppar.

Tað eru nú koppsett 26,9 milliónir vaksin fólk í Stóra Bretlandi, sambært almennu tølunum. Tað búgva tilsamans 52,7 milliónir vaksin fólk í Stóra Bretlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. mars
Jambalaja - 210326
205988
Leygardag 21. mars
Upp á tá - 200326
205987
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984
Fríggjadag 20. mars
Tinggáttin
205979
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963
Fríggjadag 20. mars
Javnaðarflokkurin í heita stólinum (7:7)
205949