Týsk ferðafólk streyma til Mallorka

Týsk ferðafólk streyma til Mallorka
Týskir myndugleikar meta, at spanska feriuoyggin er eitt trygt ferðamál
 
21.03.2021 - 15:48

Ferðafólk úr Týsklandi streyma í løtuni til sponsku feriuoynna Mallorka. 

Tað skrivar almenna norska kringvarpið NRK.

Tað hendir eftir, at myndugleikarnir í Týsklandi í vikuni strikaðu Balearoyggjarnar og nøkur støð í Spania av listanum av vandamiklum ferðamálum vegna smittuvanda.

Hetta merkir, at týsk ferðafólk kunnu ferðast til Balearoyggjarnar uttan at tey noyðast í sóttarhald við heimkomu.

Lágprísflogfelagið Eurowings lá ikki leingi á boðunum. Flogfelagið hevur boðað frá, at tað flýgur 300 túrar millum Týskland og Mallorka á páskum.

Stjórnin í Týsklandi heitti fyrr í vikuni á fólk um ikki at fara uttanlands, eftir at tað gjørdist greitt, at nógvir týskarar brúktu høvið til at fara til sponsku oyggjarnar, nú kravið um sóttarhald er slept.

Samstundis, sum týsk ferðafólk streyma til oyggjarnar, hava myndugleikarnir í Spania sett í verk innanríkis ferðabann, sum fyribils er galdandi til eftir páskir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985