- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ungir fiskimenn í Noregi stovna fakfelag

Ungir norðmenn, sum vilja liva av at fiska, eru so ónøgdir við, at tað er so dýrt at koma inn í norsku fiskivinnuna, at teir nú ætla at stovna sítt egna fakfelag.
Ein av stigtakarunum er 17 ára gamli Bent Lie Jacobsen. Hann sigur við NRK, at norski fiskivinnupolitikkurin ger tað alt ov trupult hjá ungum fiskimonnum at koma upp í vinnuna.
Millum treytirnar fyri at fáa veiðiloyvi í Noreg eru, at tú skalt vera fyltur 15 ár og hava verið við einum norskum skipi ella báti seinastu trý árini og framvegis vera tað, tá tú søkir um loyvi. Harumframt skalt tú hava egnan bát ella skip og eina serliga rekrutteringskvotu, sum ungir og nýggir fiskimenn og -kvinnur kunnu søkja um. 15 sovorðnar kvotur verða lætnar um árið og tær hava eitt virði upp á fleiri milliónir.
Dýrar kvotur
Men kvoturnar eru alt ov dýrar, og tú noyðist at seta teg í skuld upp til hálsin fyri at koma inn í vinnuna, sigur Bent Lie Jacobsen við NRK og leggur afturat, at tað ofta er trupult hjá ungum at fáa lán úr peningastovnum til at keypa sín egna bát, tí tey ikki hava nóg stóran eginkapital.
Tí hava hann og onnur í umbúna at stovna nýggja fakfelagið Ungdommens Fiskarlag, sum skal geva teimum ungu eina rødd í norsku fiskivinnuni.
Bent Lie Jacobsen hevur sent fleiri uppskot til norska fiskimálaráðharran Odd Emil Ingebrigtsen um, hvat kann gerast, so yngra ættarliðið lættari kann koma upp í norsku fiskivinnuna. Við NRK sigur ráðharrin seg fegnast um, at tey ungu vísa fiskivinnuni áhuga, men hann er ikki samdur í, at tað er ov trupult hjá teimum at gera seg galdandi í vinnuni.
Tey ungu sleppa við
Hann vísir millum annað á, at har er ein sonevndur opin bólkur, har nýggir aktørar kunnu koma við, og at fiskivinnupolitikkurin er lagdur soleiðis til rættis, at tey ungu eisini sleppa upp í part, um tey vilja.
Formaðurin í norska fiskimannafelagnum, Kjell Ingebrigtsen, heldur, at tey ungu heldur skuldu brúkt sínar kreftir í teirra felag, sum hevur virkað í næstan 100 ár.
- Eg havi sjálvur verið í vinnuni í næstan 40 ár. Sum ungur fekk eg tjans og var partur av manningini á einum báti, og við tíðini fekk eg so mín egna bát. Men tað gingu nøkur ár, áðrenn eg kom so langt, sigur hann við NRK.

























