Tilfeingisgjøld fyri tingið í morgin

Tilfeingisgjøld fyri tingið í morgin
Uppskotið varð latið løgtinginum í farnu viku, og verður lagt fram í morgin
Nótaskipini og trolararnir í Barentshavinum rinda tilfeingisgjald
 
12.04.2021 - 12:18

Lógin um tilfeingisgjøld verður løgd fyri løgtingið í morgin. Uppskotið varð latið løgtinginum í farnu viku, og verður lagt fram í morgin, upplýsir Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Talan verður um upprunauppskotið sum landsstýrið gjørdi, og sum samgongan er samd um at seta í verk, sigur landsstýrismaðurin. Hann hevur ikki enn fingið neyðugu 17 undirskriftirnar, ið skulu til fyri at leggja uppskotið fram, men tað væntar hann at fáa í morgin, tá tingið kemur saman.

Tað eru bara skipini í uppsjóvarvinnuni og trolararnir í barentshavinum, sum skulu rinda tilfeingisgjald. Hildið verður ikki, at hin parturin av fiskiflotanum er førur fyri at rinda nakað gjald.

Eydnaðist ikki at fáa breiða semju

Tað er rúm tíð síðani ein arbeiðsbólkur gjørdi eitt uppskot um tilfeingisgjald. Arbeitt hevur verið við at finna eina breiða semju um uppskotið, men tað eydnaðist ikki.

Tí gjørdi samgongan av at leggja upprunauppskotið fyri tingið. Fíggjarnevndin skal viðgera uppskotið, og nevndin fær alt tilfarið sum er gjørt í sambandi við uppskotið, upplýsir Jørgen Niclasen, landsstýrismaður.

Í morgin verður eisini uppskot um hjálparpakka til fyritøkur sum eru raktar av koronafarsóttini lagt fyri tingið. Tingfundurin í morgin byrjar klokkan 13:30.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025