Castro leggur frá sær á Kuba

Castro leggur frá sær á Kuba
Castro-brøðurnir hava tilsamans sitið við valdið í meir enn 60 ár
Raul Castro hevur sitið við valdið í Kuba síðani 2006
 
17.04.2021 - 09:57

Castro-tíðarskeiðið á Kuba endar nú. Raúl Castro kunngjørdi í gjár, at hann leggur frá sær sum leiðari fyri kommunustaflokkin á Kuba. Tað skrivar millum onnur BBC.

Raul Castro, sum er 89 ára gamal, segði við flokkskongressina í gjár, at hann nú gevur valdið víðari til eitt yngri ættarlið, sum er fult av eldhuga og anti-imperialistiskum anda.

Raul Castro tók við valdinum, tá beiggi hansara, Fidel Castro, gjørdist sjúkur í 2006. Fidel Castro hevði tá havt valdið í Kuba síðani kollveltingina í 1959, og tí hava Castro-brøðurnir tilsamans havt í meir enn 60 ár.

Avloysarin í eygsjón

Eygleiðarar vænta, at nýggi leiðarin fyri kommunistaflokkin verður Miguel Díaz-Canel. Hann tók við sum forseti í Kuba í 2018.

Tað verður ein stór uppgáva, sum stendur fyri framman hjá nýggja kubanska leiðaranum, tí sambært BBC, er Kuba mitt í einari tí ringastu búskaparkreppuni í áratíggju. Eitt nú minkaði búskapurin í Kuba við 11 prosent í fjør av koronufarsóttina.

Hóast Raúl Castro nú leggur frá sær, segði hann í gjár, at hann framvegis ætlar at hava ein fót inni í politisku skipanini. Tí vænta eygleiðarar, at tað verður torført hjá nýggja leiðararnum at gera stórvegis broytingar ta fyrstu tíðina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386