Stjórin í Danske Bank gevst

Stjórin í Danske Bank gevst
Forstjórin í bankanum er undir illgruna fyri at hava brotið lógina í Niðurlondum
Chris Vogelzang er farin frá sum stjóri í Danske Bank, boðar bankin frá
Mynd: Danske Bank  
 
19.04.2021 - 07:54

Forstjórin í størsta bankanum í Danmark, Danske Bank, Chris Vogelzang, er farin frá sum stjóri í bankanum. Hann fer frá, tí at hann er undir illgruna fyri møguliga at hava brotið hollendskar lógir, boðar bankin frá í eini fráboðan til keypsskálan. 

Chris Vogelzang er ein av fleiri, ið eru undir illgruna hjá hollendsku myndugleikunum. Tey eru mistonkt fyri møguliga at hava brotið lógina í sambandi við fyribyrging av hvítvasking í bankanum, Abn Amro. Chris Vogelzang var ein partur av ovastu leiðsluni í Abn Amro frá 2009 til 2017.

Málið um hvítvasking í Estlandi ávirkar eisini, nú Chris Vogelzang fer frá. Frá 2007 til 2015 var estlendska deildin hjá Danske Bank nýtt at hvítvaska nógvar pengar. Nú fyrrverandi forstjórin vísir á, at hann ikki vil standa í vegin fyri menningini av bankanum og fer tí frá.

Danske Bank hevur sett Carsten Egeriis sum nýggjan forstjóra. 

Gerrit Zalm, nevndarlimur í Danske Bank, fer eisini úr nevndini hjá bankanum. Hann hevur áður verið fíggjarmálaráðharri í Hollandi, men hevur eisini eina fortíð í Abn Amro.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970