Nýggj nevnd í IRF

Nýggj nevnd í IRF
Bara ein limur í gomlu nevndini heldur fram
Nýggja nevndin í IRF. Hans Anders Jacobsen av Strondum er nýggjur formaður
 
21.04.2021 - 15:15

Hans Anders Jacobsen av Strondum er nýggjur formaður í IRF. Interkommunali Renovatiónsfelagsskapurin hevur havt aðalfund í dag, og nýggja nevndin skipaði seg beint eftir fundin.

Næstformaður er Jóanis Albert Nielsen úr Sandavági. Hini í nýggju nevndini eru Gunvá við Keldu úr Klaksvík, Oluf Müller úr Kvívík, Bjarki Henriksen av Sandi og Alvi Mortensen av Tvøroyri.

Í gomlu nevndini vóru: Tummas Lervig úr Klaksvík, Artur Johansen av Strondum, Petra Iversen úr Kvívík, Jonhard Joensen úr Sandavági, Kristina Roest úr Trongisvági og so Bjarki Henriksen av Sandi, ið nú sum tann einasti heldur fram í nýggju nevndini.

Nevndin hjá IRF verður vald eftir kommunuvalini og situr í fýra ár. Viðtøkurnar siga, at seks fólk verða vald í nevndina at umboða hvør sítt øki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115