Ísland lænir AstraZeneca frá Noregi

bannari
Ísland lænir AstraZeneca frá Noregi
Íslendska heilsumálaráðið hevur gjørt avtalu við Noreg um at læna 16.000 skamtar av AstraZeneca-koppingarevninum
 
22.04.2021 - 07:47

Sambært íslendsku stjórnini koma skamtarnir væntandi til Íslands um vikuskiftið, og verða býttir út í næstu viku. Bara fólk, sum eru eldri enn 60 ár kunnu fáa koppsetingina.

Norska heilsustýrið gavst í mars fyribils at brúka AstraZeneca eftir fráboðanir um sjáldsamar blóðtøppar. Norska heilsustýrið hevur mælt til, at AstraZeneca-koppingarevnið ikki skal nýtast í Noregi, og tað verður ikki brúkt nú.

Íslendska heilsumálaráðið sigur á heimasíðu síni, at avtalan við Noreg fer at styrkja koppsetingarætlanina í Íslandi. Eisini týski landspartinum, Slesvig-Holstein, vil hava AstraZeneca-koppingarevni.

Læna 55.000 skamtar frá Danmark

Daniel Günther, forsætisráðharri í Slesvig-Holstein, hevur gjørt avtalu við Danmark um at læna 55.000 skamtar av AstraZeneca-koppingarevninum. Avtalan er treytað av, at Týskland sendir sama tal av skamtum aftur til Danmarkar eftir ávísum tíðarleisti.

Í flestu evropeiskum londum verða tilmælini frá Evropeiska Heilivágstovninum, EMA, fylgd. EMA metur, at tað er fyrimunur fyri heilsuna, at halda fram við AstraZeneca, hóast vandi er fyri sjáldsomum blóðtøppi.

Eins og í Íslandi fáa fólk í Týsklandi, sum eru eldri enn 60, ár tilboð um at verða koppsett við AstraZeneca. Millum tey, sum hava tikið av tilboðnum, er 66 ára gamla Angela Merkel, samveldiskanslari.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221