Kommunali geirin hall triðja árið á rað

Kommunali geirin hall triðja árið á rað
Hallið hjá kommununum verður í 2020 umleið 224 milliónir krónur, metir Kommunufelagið
 
30.04.2021 - 17:28

Triðja árið á rað er hall í kommunala geiranum, sigur Kommunufelagið í ársfrágreiðingini, sum kom í samband við aðalfundin, sum var í gjár.

Árið 2020 er ikki endaliga gjørt upp enn, men mett verður, at hallið hjá kommunum verður meira enn 220 milliónir. Hetta er triðja árið á rað, at hall er í samlaða kommunala geiranum.

Rakstraryvirskotið 670 milliónir

Í 2019 var hallið 176 milliónir krónur, og í 2018 var hallið 113 milliónir, men árini frammanundan var talan fyri tað mesta um avlop, sigur Kommunufelagið.

Rakstrarútreiðslurnar hjá kommunum vóru í fjør tilsamans 2.124 milliónir krónur, og inntøkurnar vóru 2.794 milliónir krónur. Hetta gevur yvirskot uppá 670 milliónir krónur.

Men tá íløgurnar, sum verða mettar at vera 894 milliónir krónur, verða tiknar við, hava kommunurnar samlað eitt hall uppá umleið 224 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952