Seinna lógin um ivasamar íleggjarar á veg

Seinna lógin um ivasamar íleggjarar á veg
Týsdagin fer fólkatingið at atkvøða um lógina, sum skal tryggja, at veitarar til kritiska teleinfrastrukturin í Danmark eru tryggir
Millum annað óttin fyri kinesiska Huawei er orsøkin til nýggju lógirnar um íleggjarar.
 
09.05.2021 - 15:20

Týsdagin fer fólkatingið at atkvøða um lógina, sum skal tryggja, at veitarar til kritiska teleinfrastrukturin í Danmark eru tryggir.

Herfyri samtykti fólkatingið lógina um at kanna tey gjølla, screena tey, sum gera íløgur í Danmark.

Lógirnar eru ikki galdandi fyri Føroyar og Danmark.

Men danska stjórnin vil helst, at Føroyar og Grønland eisini fáa slíkar lógir.

Samskifti

Sambært stjórnini skal hon hava samskifti við landsstýrini bæði um lógirnar.

Um tað, sum í lógunum eitur "udformning af en lovgivningsmodel for Færøerne og Grønland med respekt for kompetencefordeligen i rigsfællsskabet."

Hesar báðar lógirnar fara inn í yvirtikin, føroysk málsøki, so sum vinnu, samskifti og teleinfrastruktur.

Donsku lógirnar koma í gildi 1.juli.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053