SAS fer aftur at flúgva til Føroya

SAS fer aftur at flúgva til Føroya
Í juni verður flogið tríggjar ferðir um vikuna
SAS fer nú aftur at flúgva til Føroya
 
11.05.2021 - 15:37

SAS tekur føroyaflúgvingina uppaftur 11. juni, skrivar Vágaportalurin.

Sambært heimasíðuni hjá SAS, flýgur flogfelagið aftur til Føroya um ein mánað.

Í juni verður flogið mánadag, fríggjadag og sunnudag.

Frá 28. juni flýgur SAS til og úr Føroyum allar dagar í vikuni uttan leygardag sambært skipanini, har ferðaseðlar verða keyptir.

SAS gavst at flúgva til Føroya 1. oktober í fjør, tá ferðafólkatalið minkaði, og SAS eisini skuldi krevja gjald frá ferðafólki fyri koronukanningar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 16. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194550
Týsdag 15. juli
Veðrið
194514
Týsdag 15. juli
Og ein summardag (1:2)
194521
Mánadag 14. juli
Seinasti vitameistarin
194455
Sunnudag 13. juli
Kappróður á fjarðastevnu
194401